MØGULEIKAR

ÓKEYPIS ROYNDARTÍÐ

Spyr okkum um eina ókeypis roynd. Vit bjóða fyritøkum, arbeiðsplássum og felagsskapum í Føroyum at royna okkara kaffimaskinur ókeypis. Vit halda, at tað er týdningarmikið, at tit sleppa at royna kaffið og maskinuna áðrenn tit taka avgerð um at fáa eina Jura á arbeiðsplássið. Tí bjóða vit eina ókeypis roynd. Setið tykkum í samband við okkum ella fyll út skjalið niðanfyri.

LEIGA

Við at leiga eina Jura-maskinu sleppir arbeiðsplássið undan at rinda kostnaðin í einum.Tá tú leigar, fylgir viðlíkahald og tænasta við øllum haldum. Eisini fylgir lívlangt garanti við leigu-maskinunum so vit tryggja okkum, at hon altíð virkar, sum hon skal og verður umvæld, um okkurt skuldi verið.

RINDA PER KOPP

Tað ber eisini til at rinda per kopp. Hetta er til arbeiðspláss ella felagsskapir, har mongdin af kaffi, sum verður drukkin, er rættiliga reglulig. Vit koma við kaffimaskinuni og kaffibønunum, og tit gjalda fyri teir koppar, tit hava drukkið hendan mánaðin. Her kanst tú fáa eina Jura-kaffimaskinu á arbeiðsplássið uttan at gjalda fyri alla maskinuna beinanveg.

KEYP

Tú kanst eisini keypa eina JURA. Vit læra teg at nýta maskinuna og at halda hana við líka. Tá tú keypir eina JURA kaffimaskinu er tekniskt viðlíkahald og tænasta við í keypinum.

SAMANDRÁTTUR

Tað er møguligt hjá øllum at njóta eina Jura kaffimaskinu. Set teg í samband við okkum, og vit kunnu fina ta røttu loysnina til tykkara tørv. Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Eg ynski at royna eina Jura kaffimaskinu ókeypis

Sending